Hava útflutt fyri góðar tíggju milliardir í ár

Hava útflutt fyri góðar tíggju milliardir í ár
Vøksturin í útflutninginum stavar tó fyrst og fremst frá prísvøkstri, tí útflutningsnøgdin hetta tíðarskeiðið er minkað
Nøgdirnar eru minkaðar, men prísvøksturin í ár hevur havt við, at meira fæst fyri fiskin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.12.2022 - 11:51

Føroyingar hava útflutt fyri meira enn tíggju milliardir krónur fyrstu tíggju mánaðirnar í ár. 

Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni fyri útflutning staðfesta, at útflutningurin til 1. november var 10,2 milliardir krónur. 

Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 7,9 milliardir krónur. Vøksturin er 29 prosent.  

 

Nýtt met

Og longu nú kann staðfestast, at útflutningsvirðið av fiskavørum í ár enn størri enn í fjør, sum annars var metár. Higartil í ár eru fiskavørur útfluttar fyri 9,3 milliardir, sum eru tvær milliardir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør. 

Laksaútflutningurin vaks úr 3,5 milliardum krónum, upp í 4,5 milliardir krónur. Vøksturin er 30 prosent.

Vøksturin í útflutninginum stavar tó fyrst og fremst frá prísvøkstri, tí útflutningsnøgdin hetta tíðarskeiðið er minkað. 

Tilsamans vóru útflutt 406.000 tons av fiskavørum fyrstu tíggju mánaðirnar í ár. Tað eru fýra prosent minni enn somu tíð í fjør.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 5. juli 2026
210545
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521