Datt á sjógv, tá hann var á veg umborð á skip

Datt á sjógv, tá hann var á veg umborð á skip
Maðurin var heppin, tí aðrir, sum eisini skuldu umborð, hoyrdu neyðarrópini
Fyri tveimum vikum síni gjørdi Sjóvinnustýrið vart við landgongdir hjá skipum og bátum eftir eina deyðsvanlukku 27.november. (Savnsmynd)
 
19.12.2022 - 08:22

So hendi tað aftur.

Ein maður datt á sjógv, tá hann var á veg um borð á eitt fiskiskip í Klaksvík.

Hann var heppin, tí stutt aftaná komu nakrir menn, sum eisini skuldu umborð. Teir hoyrdu neyðarrópini úr sjónum, og maðurin var fingin upp á turt.

Hann var ikki førur fyri at sleppa úr sjónum sjálvur.

Politiið fekk boðini klokkan 20 minuttir í tvey í nátt.

 

Vegleiðing um leytarar og landgongdir

Fyri tveimum vikum síni gjørdi Sjóvinnustýrið vart við landgongdir hjá skipum og bátum eftir eina deyðsvanlukku 27.november.

Sjóvinnustýrið heitti á skiparar, sjófólk, reiðarar, skipasmiðjur, klassa, havnarskrivstovur og onnur, sum  hava við skip at gera, um at gera vart við umstøður, sum ikki tykjast tryggar hjá manning og viðskiftafólki at ganga til og frá skipum.

Á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum, fma.fo, er ein stutt vegleiðing um, hvussu leytarar og landgongdir eiga at vera.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860