Gjaldið til fosturforeldur hækkar

Gjaldið til fosturforeldur hækkar
Javningarprosentið hjá almannaveitingum í 2023 er 1,25
Er talan um eitt sera trupult barn, kunnu fosturforeldrini fáa upp til tríggjar samsýningar.
 
19.12.2022 - 08:30

Fosturforeldur fáa hálva aðru krónu meira fyri hvørt fosturbarnið um samdøgrið næsta ár.

Tey fáa 124,05 kr.

Í ár fáa tey 122,52 kr. um samdøgrið.

Orsøkin til hækkingina er, at javningarprosentið hjá almannaveitingum í 2023 er 1,25.

 

Gjaldið fyri vistarhald hækkar eisini

Pengar til vistarhald og klæði og til lummapengar eru tí eisini 1,25 prosent fleiri næsta ár enn í ár. 

Er talan um eitt sera trupult barn, kunnu fosturforeldrini fáa upp til tríggjar samsýningar. Er talan um eitt óvanliga trupult barn, kann samsýningin sjeyfaldast, og tað sama er galdandi, er talan um pinkubarn undir eitt ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563