Eystur- og Sandoyartunlar hava hall í fleiri ár aftrat

Eystur- og Sandoyartunlar hava hall í fleiri ár aftrat
2200 akfør fleiri skulu koyra í báðum tunlunum, áðrenn tað fer at standa upp og niður fíggjarliga
Eystur- og Sandoyartunlar fara væntandi at hava stór hall í fleiri ár aftrat.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.12.2022 - 11:10

Í hesum døgum eru tvey ár liðin, síðani Eysturoyartunnilin læt upp fyri almennari ferðslu. 

Ferðslan hevur ikki verið so nógv, sum leiðslan hevði vónað, og tí fer tunnilin at hava hall í fleiri ár afturat, sigur Teitur Samuelsen, stjóri.

2200 akfør fleiri skulu koyra í Eystur- og Sandoyartunlunum, áðrenn tað fer at standa upp og niður fíggjarliga.

 

Teitur Samuelsen er stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum.

 

350 akfør í Sandoyartunlinum

Ferðslan í Sandoyartunlinum, sum letur upp um eitt ár, fer ikki at muna stórvegis, tí bara 350 akfør fara at koyra har um samdøgrið.

Landskassin ber fíggjarliga hallið av báðum tunlunum. Í ár verður hallið góðar 50 milliónir krónur. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, sum varð lagt fram 30. september, var væntað, at hallið í 2023 verður 40 milliónir krónur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

21122022_Teitur_og_Eysturoyartunnil

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576