Móttøka fyri nýggja landsstýrinum í morgin

Móttøka fyri nýggja landsstýrinum í morgin
Tíðindafundur verður klokkan 8:45, har samgonguskjalið verður lagt fram
Móttøka verður í Tinganesi seinnapartin í morgin fyri nýggja landsstýrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.12.2022 - 15:45

Tingmanningarnar í nýggju landsstýrissamgonguni sita nú hvør sær og viðgera, hvør skal røkja landsstýrissessirnar. 

Enn er ikki alment boðað frá, hvussu nógvar sessir talan verður um, og hvørji málsøki hvør flokkur fær. 

Løgmansskrivstovan boðar frá í tíðindaskrivi seinnapartin, at móttøka verður fyri nýggja landsstýrinum í Tinganesi í morgin klokkan 14.

Tíðindafundur verður í morgin ári klokkan 8:45, har samgonguskjalið verður lagt fram.

Klokkan 10 verður tingfundur, har m.a. løgtingsformaður skal veljast, og síðani verður løgmaður valdur.

Útvarpið og sjónvarpið senda beinleiðis frá tíðindafundinum og tingfundinum í morgin, og stroymt verður eisini á kvf.fo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815