Óttast kríggj millum NATO og Russland

bannari
Óttast kríggj millum NATO og Russland
Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, óttast fyri, at kríggið í Ukraina kann gerast til eitt kríggj millum Russland og Nato, um ikki tamarhald er á krígnum.
 
31.12.2022 - 13:00

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, óttast fyri, at kríggið í Ukraina kann gerast til eitt kríggj millum Russland og Nato, um ikki tamarhald er á krígnum.

Í samrøðu í nýggjársendingini hjá norska kringvarpinum NRK segði NATO-aðalskrivarin, at um tað gongur galið, so gongur tað grúiliga galið.

- Kríggið í Ukraina er ræðuligt, og tað kann gerast til eitt kríggj, sum breiðir seg til eitt stórkríggj millum Nato og Russland, segði Stoltenberg við NRK.

Hann legði aftrat, at Nato arbeiðir fyri at sleppa undan hesum. 

Kreml hevur skuldsett Nato-sameind fyri íðin at royna at gerast partur av ósemjuni við at geva Ukraina vápn, skipa fyri hernaðarvenjingum og at geva hernaðarligu fregnartænastuni upplýsingar til at leypa á russiskar deildir.

Stoltenberg heitir á Vesturheiminum um at senda Ukraina fleiri vápn.

- Tað kann ljóða sum ein andsøgn, men hernaðarstuðul til Ukraina er skjótasti vegur til frið, segði Stoltenberg í nýggjárssamrøðu við týsku tíðindastovuna DPA.

Russiski forsetin Vladimir Putin má sannførast um, at hann ikki nær sínum máli um at taka valdið í Ukraina, segði Stoltenberg og legði aftrat, at eftir tað, ber til at samráðast um friðarliga loysn, sum tryggjar, at Ukraina framhaldandi verður ein sjálvstøðugur demokratiskur statur, segði Stoltenberg við týska DPA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655