Óvanliga nógv drápsmál í Grønlandi

Óvanliga nógv drápsmál í Grønlandi
Í 2022 hevur løgreglan í Grønlandi í løtuni átta mál, sum kunnu enda við at gerast drápsmál. Seinastu árini hevur talið annars ligið millum trý og seks drápsmál um árið.
 
30.12.2022 - 08:35

Óvanliga nógv mál, sum kunnu enda við at verða skrásett sum dráp, hava verið í Grønlandi í ár.

Løgregluovastin Bjørn Tegner Bay sigur við Sermitsiaq, at løgreglan í løtuni hevur átta mál frá í ár, sum verða kannað sum drápsmál. Í síðsta enda er tað upp til rættin at avgera, um talan er um dráp.

Sambært hagtølunum hjá grønlendsku løgregluni, hava verið millum trý og seks drápsmál árliga síðani 2017.

- Nógvu drápsmálini leggja trýst á løgregluna, tí vit mugu raðfesta tey framum annað, sum so kemur at liggja á láni, sigur Bjørn Tegner Bay við grønlendska blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423