347 færri persónbilar í fjør

347 færri persónbilar í fjør
Nýggju býbussarnir í Havn síggjast aftur í hagtølunum hjá Akstovuni
Nýggju býbussarnir í Havn síggjast aftur í hagtølunum. Akstovan skrásetti 18 bussar í fjør.
 
02.01.2023 - 14:00

Akstovan hevur gjørt upp, hvussu nógvir nýggir bilar vóru skrásettir í fjør.

Tilsamans vóru skrásett 2.281 akfør í fjør, 558 færri enn í 2021.

Tá talan er um vanligar persónbilar, minkaðu skrásetingarnar 17,5 prosent samanborið við 2021.

Akstovan skrásetti 1.642 persónbilar í fjør. Í 2021 vóru 1.989 persónbilar skrásettir.

20 lastbilar vórðu skrásettir í fjør samanborið við 11 í 2021.

Talið av skrásettum prutlum minkaði niður í eina helvt samanborið við árið fyri. Í 2022 skrásetti Akstovan 75 prutl, og árið fyri vóru tey 134.

Nýggju býbussarnir í Havn síggjast aftur í hagtølunum. Í fjør vóru 18 bussar skrásettir, men í fyrraárið vóru bert tveir bussar skrásettir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634