Tríggjar kommunur vilja kanna kommunusamanlegging

Tríggjar kommunur vilja kanna kommunusamanlegging
Fyribils eru tað bara kommunurnar har norðuri í Suðuroynni, sum fara at kanna møguleikarnar
Býráðið á Tvøroyri, sum eigur uppskotið um kanningina, samtykti einmælt fyri nýggjár at velja tvey fólk í arbeiðsbólkin.
 
02.01.2023 - 08:54

Fyribils eru bara tríggjar av sjey kommunum í Suðuroynni við til at kanna fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging í oynni.

Tað eru kommunurnar har norðuri í oynni.

Býráðið á Tvøroyri, sum eigur uppskotið um kanningina, samtykti einmælt 29. desember at velja tvey fólk í arbeiðsbólkin, sum skal lýsa fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging. 

Fólkini verða vald á fyrsta býráðsfundinum í ár.

Býráðið mælti eisini til, at Hvalbiar kommuna og Fámjins kommmuna velja tvey fólk hvør.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203