Bakkafossur kemur leygardagin

Bakkafossur kemur leygardagin
Bakkafossur er millum størstu tænastuskip í heiminum til alivinnu
Bakkafossur er bygdur í Turkalandi.
 
05.01.2023 - 11:24

Leygardagin verður almenn móttøka á Glyvrum, tá ið nýggja skipið hjá Bakkafrosti, Bakkafossur, kemur til Føroya.

Bakkafossur leggur at klokkan hálvgum eitt, og hann verður doyptur klokkan eitt.

Millum klokkan tvey og fýra verða opið skip og opið hús hjá Bakkafrosti. 

Bakkafossur er millum størstu tænastuskip í heiminum til alivinnu. 

 

Tekur 1.000 tons

Skipið kann føra 1.000 tons av livandi fiski. Tað kann millum annað viðgera laks fyri lús við feskum vatni.

Bakkafossur er 109 metrar langur.

Hann hevur eina hybrid-skipan, sum ger, at diesel motorar saman við battaríum spara 20 prosent í orku.

Skipið er haraftrat fyrireikað til lætt at skifta til 100 prosent grøna orkuloysn, tá tær eru tøkar.

Bakkafossur er bygdur í Turkalandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890