Færri gistingar í heyst

Færri gistingar í heyst
Í november vóru 8.000 gistinætur á gistingarhúsunum, ella ein fjórðing minni enn sama mánað í 2021
Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.01.2023 - 13:51

Heystið var lakari hjá gistingarhúsunum enn árið fyri, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Í november 2022 vóru góðar 8.000 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum. Tað er ein fjórðingur minni enn sama mánað í 2021.

Gistinæturnar vóru stívliga 2.300 færri í november 2022 samanborið við sama mánað í 2021. 

Færri gistu eisini í september og oktober enn somu mánaðir í 2021. Heystið hevur tí verið nakað lakari hjá gistingarhúsunum í 2022 enn í 2021.

 

28 prosent óbrúkt

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Tølini vísa eisini hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 28 prosent av kømrunum vóru brúkt í november. Tað er væl minni enn í november í 2021. Tá vóru 35 prosent av kømrunum brúkt.

Verður hugt at samlaðu tølunum fyri januar, til og við november í 2022, sæst, at gistingarnar og innskrivingarnar eru um góð 30 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í 2021, hóast september, oktober og november hava verði lakari enn í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083