Kunnu taka palestinsk fløgg niður

Kunnu taka palestinsk fløgg niður
Endamálið er at byrgja fyri ófriði, sigur ísraelski trygdarmálaráðharrin
Palestinska flaggið skal kunna takast niður í Ísrael, sigur nýggja ísraelska stjórnin.
 
09.01.2023 - 15:31

Nýggi trygdarmálaráðharrin í Ísrael, Itamar Ben Gvir, hevur boðað frá, at nú verður loyvt at taka palestinsk fløgg niður á almennum plássum.

Nýggja høgravenda stjórnin hjá Netanyahu tók við 29. desember og væntað var, at hon fór at seta í verk tiltøk ímóti Palestina.

Útsagnirnar hjá trygdarmálaráðharranum eru fyrsta tekin um, at nýggja stjórnin fer halda orð, tá hon fyri valið segði, at broytingar fóru at henda í sambandi við støðuna millum Ísreal og Palestina.

Itamar Ben Gvir sigur, at orsøkin til, at tað nú skal vera loyvt at taka palestinsk fløgg niður á almennum plássum, er fyri at byrgja fyri ófriði, skrivar NTB.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976