Lene Terp gevst sum venjari hjá fótbóltslandsliðnum

Lene Terp gevst sum venjari hjá fótbóltslandsliðnum
Lene Terp er ikki longur venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum við kvinnum. Hon hevur gjørt av at flyta aftur til Danmarkar, skrivar FSF
Lene Terp er ikki longur venjari hjá fótbóltslandsliðnum við kvinnum
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
09.01.2023 - 15:26

Lene Terp er ikki longur landsliðsvenjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum við kvinnum.

Danski venjarin hevur gjørt av at flyta aftur til Danmarkar, og tí hava partarnir gjørt av at fara hvør sín veg, skrivar Fótbóltssamband Føroya. 

Lene Terp hevur starvast sum landsliðsvenjari og mennari í FSF síðan 2021 og hevur staðið á odda fyri royndini hjá kvinnunum í HM-undankappingini hesi árini. 

 - Vit eru sera glað fyri tað arbeiðið, sum Lene hevur gjørt fyri føroyskan fótbólt og serliga kvinnusíðuna hesi bæði árini, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari við heimasíðuna hjá FSF.

Umsitingin í FSF fer nú undir at leita eftir nýggjum høvuðsvenjara, og tað verður hildið fast í ætlanini um at hava fulltíðar landsliðsvenjara, sigur FSF.

Skráin hjá kvinnulandsliðnum er í vár merkt av venjingum og vinardystum, og í heyst verður so farið undir at spæla Nations League á fyrsta sinni á kvinnusíðuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926