At taka dýra biðidag av er álop á átrúnaðin

At taka dýra biðidag av er álop á átrúnaðin
Danskir andstøðupolitikarar finnast at stjórnini, sum ætlar at taka dýra biðidag av, so meiri peningur verður til hernaðarútreiðslur
Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa flokkinum, er ímóti at taka dýra biðidag av sum halgidag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.01.2023 - 09:51

Danskir andstøðupolitikarar finnast at donsku stjórnini fyri ætlanina at taka dýra biðidag av sum halgidag.

- Danmark er ein kristin tjóð, og hetta er eisini eitt álop á okkara átrúnað, sigur Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa flokkinum.

- Vit kunnu ikki loysa kríggið í Evropa við at taka dýra biðidag av. Vit hava ikki sæð nakrar útrokningar enn. Vit vita ikki, hvat hetta kann hava við sær í longdini, leggur hann aftrat.

 

Franciska Rosenkilde er forkvinna í Alternativa flokkinum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Meira ferð á hamstarahjólið

Franciska Rosenkilde úr Alternativa flokkinum slær fast, at fólk í Danmark skulu ikki arbeiða meira, enn tey longu gera.

- Við hesum setur stjórnin meira ferð á hamstarahjólið. Hetta er at fara skeivan veg, sigur hon.

Men Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderata flokkinum, sum er í stjórn saman við Sosialdemokratunum og Vinstra, vísir aftur, at stjórnin fer at slaka í málinum.

- Vit halda fast við ætlanina. Tað krevur pening at økja um útreiðslurnar til verjumál, ger hann greitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854