Hava verri við at svara hvørjum sítt

Hava verri við at svara hvørjum sítt
Rentuhækkingin og inflatiónin leggja trýst á fíggjarligu støðuna hjá teimum, sum hava lán
Lánini til húsarhaldini vóru í oktober í fjør seks prosent størri enn árið fyri. (Savnsmynd)
 
10.01.2023 - 08:23

Tey, sum hava lænt pengar at keypa sær bústað, vera verri fyri at svara hvørjum sítt, nú rentan hækkar, og inflatiónin leggur trýst á fíggjarligu støðuna hjá teimum, millum annað hækka prísirnir.

Tað sigur danski tjóðbankin, sum hevur greinað føroyska búskapin. Greiningin kom í gjár. 

Har stendur, at sera nógv lán hava variablar, broytiligar, rentur.

Tí virka rentubroytingar skjótt hjá teimum, sum hava keypt bústað, í Føroyum.

 

Bústaðirnir dýrkaðir

Hjá 85 prosentum teirra, sum hava variabla rentu, er minni enn eitt ár frá tí, at rentan í hesum førinum hækkar til hækkingin virkar. 

Lánini til húsarhaldini vóru í oktober í fjør seks prosent størri enn árið fyri.

Hetta kemst av, at bústaðirnir er vorðnir dýrari í Føroyum, millum annað tí, at fólk hava havt fleiri pengar.

Í greiningini verður sagt, at rentustuðulin tekur broddin av rentuhækkinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360