Fara nú at gera royndir á nýggju tyrvingarmóttøkuni

Fara nú at gera royndir á nýggju tyrvingarmóttøkuni
Miðað verður eftir at taka móttøkuna í nýtslu í mars ella apríl
Nýggja tyrvingarplássið verður mett at kunna nøkta tørvin næstu 30 árini.
 
12.01.2023 - 16:06

Nýggja tyrvingarmóttøkan hjá IRF á Nýggjheiðum í Kvívík var avhendað týsdagin.

Á støðini er móttøka til tyrvingarburturkast, tyrvingarpláss og reinsiverk til rottangaevju.

IRF sigur í dag, at nú byggingin er liðug, verður fyrsta tíðin brúkt til royndir, og miðað verður eftir at taka móttøkuna í nýtslu í mars ella apríl.

Tá verður øll viðgerð av tyrvingarburturkasti og rottangaevju gjørd í Nýggjheiðum.

 

 

Í óbygdum øki

Staðseting í Nýggjheiðum er sambært IRF í hóskandi frástøðu frá bygdum øki. Tríggir bygningar er á økinum. Ein høll til at savna saman tyrvingarburturkast, eitt reinsiverk og eitt bilhús til rottangabilar.

Nýggja tyrvingarplássið verður mett at kunna nøkta tørvin næstu 30 árini, tó við fyrifarni fyri samfelagsgongdini og menningini á burturkast- og endurvinningarøkinum.

Nýggja tyrvingarplássið er samstarv millum IRF og kommunalu brennistøðina í havn, og tí fer Tórshavnar kommuna at gevast við at tyrva í Húsahaga.

Endaligi kostnaðurin er ikki uppgjørdur enn, men sambært Poul Andrias Joensen, stjóra í IRF, fer hann at liggja millum 120-130 mió kr.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521