Veðkrøv fyri 9,6 milliónir í Borðoyarnesi

Veðkrøv fyri 9,6 milliónir í Borðoyarnesi
Skipið fer á tvingsilssølu 20. januar
Borðoyarnes hevur ligið síðani í heyst, tí skipið hevur ikki havt siglingarloyvi.
 
12.01.2023 - 12:24

Veðhavarar hava krøv fyri 9,6 milliónir krónur, nú línuskipið Borðoyarnes fer á tvingsilssølu 20. januar kl. 10.

Sjópantikrøvini eru 4.800 krónur. Tað er Klaksvíkar havn, ið hevur krøvini.

Síðani eru tríggir veðhavarar, ið hava sett krøv fram. 

Føroya Realkredittstovnur hevur krøv fyri 3,6 milliónir, Danski Vakstrargrunnurin 4,8 milliónir, og p/f Eysturoy hevur krøv fyri 1,25 milliónir krónur.

Borðoyarnes er bygdur á Skála skipasmiðju í 1963. Skipið hevur áður itið Strandingur og Vesturhavið. 

Síðstu árini hevur smápartafelagið Deep C Fishing í Klaksvík átt skipið.

 

Tvingsilssølan av Váðasteini er avlýst.

 

Váðasteinur avlýstur

Tað var í november í fjør, at Borðoyarnes var lýstur á tvingsilssølu. Tá varð línuskipið Váðasteinur, sum hoyrir heima á Toftum, eisini lýst á tvingsilssølu. Men síðani er Váðasteinur tikin av aftur tvingsilssølulistanum.

Óla Jákup Kristoffersen, advokatur, sum tekur sær av tvingsilssøluni, sigur, at tað eydnaðist reiðarínum hjá Váðasteini at fáa eina loysn, og tí fer tað skipið ikki á tvingsilssølu.

Borðoyarnes hevur ligið síðani í heyst, tí skipið hevur ikki havt siglingarloyvi. Tað eru fleiri krøv frá Klassanum, sum skulu lúkast, áðrenn skipið kann sigla aftur.

Borðoyarnes hevur veiðuloyvi, men skipið hevur ikki søkt um fiskiloyvi í ár.

Seinast, eitt skip var selt á tvingsilssølu, var í 2016.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563