Arbeiðsgevarar kunnu afturhalda upp til 25 prosent av lønini

Arbeiðsgevarar kunnu afturhalda upp til 25 prosent av lønini
Um arbeiðsgevari hevur útreiðslur av starvsfólki, so kann hann afturhalda upp til 25 prosent av lønini, sigur Poula á Líðarenda, deildarleiðari hjá Taks
Fleiri útlendsk starvsfólk innan pizza-bransjuna í Føroyum greiða frá, at tey ikki fáa løn fyri alt arbeiðið
 
17.01.2023 - 12:48

Walid Meriah er ein av útlendingunum, sum er komin til Føroya at arbeiða.

Hann var í starvi í tríggjar mánaðir, men fekk løn fyri ein.

Men á lønarseðlanum sæst, at arbeiðsgevarin hevur afturhildið 3500 krónur fyri húsaleigu. 

 

Sjey fólk um trý kømur

Walid Meriah greiðir frá, at tað búðu sjey fólk í eini íbúð við trimum kømurum, og fyri hetta afturhelt arbeiðsgevarin 3500 krónur av lønini. 

Tað sama gjørdi seg galdandi hjá øðrum útlendingum, sum starvaðust í somu fyritøku í teimum førum, teir fingu løn. 

Altso um allir rinda somu leigu, kostar íbúðin í Runavík 24.500 krónur um mánaðin. 

Pengarnir fóru til at leiga eina íbúð, sum felagið hjá arbeiðsgevaranum átti.  

 

Arbeiðsgevari kann afturhalda løn

Men tað er onki sum forðar arbeiðsgevaranum í at afturhalda einum parti av lønini, sigur Poula á Líðarenda, deildarleiðari á Taks. 

Arbeiðsgevarar kunnu afturhalda upp til 25 prosent av lønini hjá starvsfólkunum fyri útreiðslur, sum arbeiðsgevarin hevur havt vegna starvsfólkið.

Arbeidsgevarar_afturhalda_lon_170123

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439