Tríggjar umsóknir til átta kommunulæknastørv

Tríggjar umsóknir til átta kommunulæknastørv
Ein umsókn er um starvið á Tvøroyri og tvær um sama starvið í Havn
Størvini skulu setast 1. mars, ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd. (Savnsmynd)
 
23.01.2023 - 09:20

Heilsutrygd fekk tríggjar umsóknir í hesum umfarinum, tá søkt var eftir kommunulæknum.

Átta størv vóru leys at søkja. 

Ein umsókn er um starvið á Tvøroyri og tvær um sama starvið í Havn.

Størvini skulu setast 1. mars, ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

 

Størvini

Í Suðuroyar læknadømi eru trý størv leys, tvey á Tvøroyri og eitt í Vági.

Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey størv, annað í Heilsudeplinum við Skálafjørðin, sum er í Runavík, og hitt er fyribils staðsett í viðtaluni á Strondum.

Í Vestmanna læknadømi er eitt starv í Kollafirði.

Í Suðurstreymoyar læknadømi eru tvey størv, annað er í Gundadali og hitt í Miðlon.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655