Ávarar ímóti at taka avgerðir í óðum verkum um Barentshavið

Ávarar ímóti at taka avgerðir í óðum verkum um Barentshavið
Fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvík sigur, at tað hevur tikið hálva øld at byggja upp og menna samstarvið
Jógvan Skorheim er býráðslimur í Klaksvíkar kommunu.
 
24.01.2023 - 08:26

- Eg vil ávara okkara fólkavaldu á løgtingi, í landsstýri og á fólkatingi ímóti at handla í óðum verkum, tá ið ræður um, hvat vit skulu gera í Barentshavinum.

Tað sigur Jógvan Skorheim, býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík, í grein í miðlunum. 

Hann vísir á, at tað hevur tikið umleið hálva øld at byggja upp og menna samstarvið um Barentshavið, og hann heldur, at tað skal bara ein óumhugsað politisk avgerð til at bróta hetta niður eftir stuttari tíð.

 

Avleiðingar fyri lokalsamfelagið 

- Vit kunnu ímynda okkum, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri lokalsamfelag okkara, um hópin av familjum missa sítt livibreyð, samstundis sum bæði vinna og kommunur í Norðoyggjum verða við skerdan lut, tí hesi fara at missa munandi av sínum fíggjarliga grundarlagi.

- Tað ber ikki til at tosa um eina slíka avtøku uttan í góðari tíð frammanundan at tryggja og leggja tilrættis eitt risa endurgjald og alternativar møguleikar til viðkomandi landaøki, vinnuvirkir og famljur, sigur Jógvan Skorheim.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037