Javnstøðunevndin fingið leiðbeining um at viðgera klagur

Javnstøðunevndin fingið leiðbeining um at viðgera klagur
Javnstøðunevndin skal eisini viðgera klagur, sum koma frá fólki, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna sítt kyn
Sum eftirlitsmyndugleiki og klagumyndugleiki er Javnstøðunevndin partur av almennu fyrisitingini.
Mynd: Almanna- og mentamálaráðið  
 
24.01.2023 - 08:35

Almanna- og mentamálaráðið hevur nú orðað leiðbeining um, hvussu Javnstøðunevndin skal viðgera klagur.

Í leiðbeiningini verður millum annað greitt frá, hvussu nevndin móttekur og viðger klagur. Hvussu hon ger niðurstøður, og nær hon eigur at vísa klagur frá sær.

Sum eftirlitsmyndugleiki og klagumyndugleiki er Javnstøðunevndin partur av almennu fyrisitingini, og tí eru allar viðkomandi ásetingar í fyrisitingarrættinum galdandi fyri hana.

Tí er bæði neyðugt og gott, at nevndin nú hevur fingið leiðbeining at ganga eftir í tí týdningarmikla arbeiði, hon hevur, mangan við torførum klagumálum, sum krevja langa og drúgva viðgerð, sigur Almanna- og mentamálaráðið.

 

 

Eisini klagumyndugleiki

Javnstøðunevndin hevur eftirlit við, at løgtingslóg um javnstøðu millum menn og kvinnur verður hildin.

Umframt at vera eftirlitsmyndugleiki, at upplýsa og ráðgeva um spurningar í sambandi við javnstøðu, skal Javnstøðunevndin eisini viðgera klagur, sum koma frá fólki, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna sítt kyn.

Javnstøðunevndin er eisini klagumyndugleiki, tá klagur verða viðgjørdar um brot á løgtingslógina um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.

Leiðbeiningin hjá Javnstøðunevndini er at finna í lógarsavninum og á heimasíðuni hjá Almanna- og mentamálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037