Taka sáttmálasamráðingarnar uppaftur

Taka sáttmálasamráðingarnar uppaftur
Fíggjarmálaráðið sigur, at komandi sáttmálasamráðingar leggja upp fyri øðrum sáttmálum, sum eru gjørdir seinasta árið á privata arbeiðsmarknaðinum
Sáttmálasamráðingarnar steðgaðu, tá val var útskrivað í heyst, men nú verða tær tiknar uppaftur.
 
24.01.2023 - 10:11

Sáttmálasamráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinm verða væntandi tiknar uppaftur einaferð í næstu viku.

Tað sigur Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum.

Sáttmálasamráðingarnar steðgaðu, tá val var útskrivað í heyst.

Jan Mortensen sigur, at komandi sáttmálasamráðingar leggja upp fyri øðrum sáttmálum, sum eru gjørdir seinasta árið á privata arbeiðsmarknaðinum. Hann vísir eisini á, at hóast brúkaraprístalið hækkaði góð 10 prosent í fjør, hevur at kalla ongin prísvøkstur verið í fleiri ár undan tí.

Millum tey stóru fakfeløgini, sum skulu samráðast um nýggjan sáttmála í næstum, eru Lærarafelagið, Sjúkrarøktarfrøðingafelagið og Akademikarafelagið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891