Á Breddanum: Fyri og ímóti útbyggingarætlanini hjá Varðanum

Á Breddanum: Fyri og ímóti útbyggingarætlanini hjá Varðanum
Nógv sjónarmið komu fram á borgarafundinum á Tvøroyri í gjárkvøldið
Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum, legði útbyggingarætlanirnar hjá Varðanum Pelagic fram á borgarafundinum i SALT í gjárkvøldið.
 
25.01.2023 - 09:16

Áhugamálini og meiningarnar vóru nógv og fjølbroytt, tá Tvøroyrar kommuna í gjárkvøldið skipaði fyri borgarafundi um ætlanirnar hjá Varðanum Pelagic at byggja út á Tvøroyri. 

- Hetta er sum við vindmyllum. Øll vilja hava tær, men eingin vil hava tær tætt hjá sær sjálvum, segði Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum, um atfinningarnar móti verkætlanini.

- Vit stúra fyri, at kommunan starir seg blinda í hesi eini stóru vinnuni, og gloymir aðrar vinnur, segði Rósa Heinesen, sum hevði framløgu á borgarafundinum í gjárkvøldið.

Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at byggiloyvið verður tað allarsíðsta, sum støða skal takast til í viðgerðini av ætlaðu útbyggingini hjá Varðanum Pelagic. Hann vónar, at avgerð verður tikin fyri summarfrítíðina.

Breddin var á borgarafundinum á Tvøroyri í gjárkvøldið, og fekk orðið á borgarar, politikarar og stigtakarar. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

 

Stórur áhugi var fyri borgarafundinum í SALT í gjárkvøldið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040