Vit fáa talgilt samleikakort í vár

Vit fáa talgilt samleikakort í vár
Uppskot um talgilt samleikakort er farið til hoyringar
Eftir ætlan verður samleikakortið liðugt ment og klárt at taka í brúk í vár.
 
25.01.2023 - 08:35

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt uppskot um lóg um talgilt samleikakort.

Uppskotið er sent til hoyringar.

Samleikakortið verður, sambært uppskotinum, saman við talgilda koyrikortinum partur av appini, sum eitur Skjáttan, sum Talgildu Føroyar í løtuni eru í ferð við at menna. 

Appin fer at hýsa almennum prógvum og loyvum á einum staði.

Endamálið við lógaruppskotinum er at geva talgilda samleikakortinum neyðugu løgfrøðiligu karmarnar.

 

Alment samleikakort

Samstundis verður samleikakortið viðurkent sum almenna talgilda samleikakortið í Føroyum. 

Øll, sum hava Samleikan, kunnu eisini brúka samleikakortið. Aldursmarkið fyri at fáa Samleikan er 13 ár.

Samleikakortið fer eitt nú at prógva bústað fyri at fáa avsláttur hjá Strandferðsluni, ella tað skal prógva ein ávísan aldur fyri at keypa eina ávísa vøru.

Eftir ætlan verður samleikakortið liðugt ment og klárt at taka í brúk í vár.

Hoyringarfreistin er til 21. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392