Arbeiðsloysið er framvegis 0,7 prosent

Arbeiðsloysið er framvegis 0,7 prosent
Í løtuni eru 222 fólk fulltíðararbeiðsleys, og 872 fólk fáa pening úr fiskavirkisskipanini
Framvegis arbeiði til allar hendur. Arbeiðsloysið hevur verið 0,7 prosent síðani í summar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.01.2023 - 10:23

Arbeiðsloysið í Føroyum hevur verið 0,7 prosent í meira enn hálvt ár.

Tað fór niður í 0,7 prosent í juni í fjør, og har hevur tað verið síðani.

Nýggjastu tølini hjá Hagstovuna eru fyri desember 2022. Tá var arbeiðsloysið eisini 0,7 prosent, og tað er galdandi fyri bæði kynini.

222 fólk eru fulltíðararbeiðsleys.

Hjá ALS eru 191 fólk at fáa arbeiðsloysisstuðul.

872 fólk fáa pengar frá fiskavirkisskipanini. Í henni eru 1233 fólk.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846