Brimheim skal spæla á Roskilde-festivalinum

Brimheim skal spæla á Roskilde-festivalinum
Annað árið á rað skal føroyska Brimheim spæla á Roskilde-festivalinum, men í ár er Brimheim á ordiligu Roskilde-skránni og skal tískil spæla á einum av størru pallunum
Helena Heinesen Rebsdorff ella Brimheim, ið flest kenna hana sum, skal spæla á Roskilde festivalinum í ár
Mynd: Odysseas Chloridis  
 
31.01.2023 - 14:00

Tað var ein gentudreymur, ið gjørdist veruleiki hjá Brimheim, tá hon í fjør slapp at spæla á Roskilde-festivalinum

Hetta hendi 28. juni, tá Helena Heinesen Rebensdorff trein upp á Rising-pallin, sum er ein av tveimum pallum, har nýggj og spennandi tónleikanøvn spæla sum eitt slag av upphiting, áðrenn veruliga Roskilde-tónleikaskráin byrjar. 

Pallurin tóktiskt ov lítil fyri Brimheim longu í fjør, og Helena Heinesen Rebensdorff endaði eisini konsertina við orðunum: "Skulu vit ikki bara síggjast á Orange næsta ár?"

 

Á veg móti Orange

Orange-pallurin er høvuðspallurin á Roskilde festivalinum og eyðkennismerkið hjá festivalinum við appilsingula dúkinum og tornunum.

Um Brimheim sleppur heilt upp á Orange-pallin í ár at spæla er ivasamt, men hon sleppur at spæla á einum av størru Roskilde-pallunum, ið umframt Orange eru Arena, Avalon, Apollo, Pavillion og Gloria. 

Malthe Hjort, sum ummældi konsertina hjá Brimheim á Rising í fjør fyri danska tíðarritið Soundvenue, helt ikki, at tað var óhugsandi, at Brimheim fyrr ella seinni sleppur at spæla á Orange-pallinum.

Einasti føroyingur, sum higartil hevur spælt á Orange, er Teitur Lassen í 2008. 

 

Roskilde kunngjørt 38 nøvn í dag

Roskilde-festivalurin hevur í dag annars kunngjørt 37 onnur nøvn, umframt føroysku Brimheim.

Heilt stóru nøvnini eru Lil Nas X úr USA og spanska Rosalía.

Lil Nas X (US)
Rosalía (SPA)
Central Cee (UK)
Fever Ray (SE)
J.I.D (US)
Lock Up (UK)
Rema (NIG)
Tinariwen (ML)
Armand Hammer (US)
Billy Woods (US)
Body Type (AU)
Brimheim (DK)
Candy (US)
Clara (DK)
Deaf Club (US)
Destroy Boys (US)
D1MA (DK)
DOMi & JD BECK (FR/US)
Florist (US)
Gabber Modus Operandi (ID)
Girls In Airports (DK)
GloRilla (US)
Grace Ives (US)
Jockstrap (UK)
Lady Neptune (UK)
Lucrecia Dalt (CO)
Mor (SE)
Nova Twins (UK)
Perturbator (FR)
The Po’ Ramblin’ Boys (US)
Siamese (DK)
TootArd (INT)
Wu-Lu (UK)
Yaya Bey (US)

Øll nøvnini, ið higartil eru kunngjørd til Roskilde-festivalin, kunnu síggjast HER.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985