Rentuhækkingar ávirka ikki prísvøksturin

Rentuhækkingar ávirka ikki prísvøksturin
Spania væntaði, at inflatiónin í januar fór at vera 4,9 prosent, men prísvøksturin hevur verið 5,8 prosent
Miðalprísvøksturin í ES er í januar júst 5,8 prosent, nú vit skriva 31. januar. (Savnsmynd)
 
31.01.2023 - 08:37

Hóast evropiski tjóðbankin fleiri ferðir seinastu tíðina hevur hækkað rentuna, og onnur tiltøk eisini eru sett í verk í evropeiskum londum, hevði tað ikki stórvegis ávirkan á inflatiónina í januar.

NTB skrivar, at prísvøksturin í Spania henda mánaðin hevur verið 5,8 prosent. 

Myndugleikarnir høvdu annars væntað, at prísvøksturin í mesta lagi fór at vera 4,9 prosent.

Tølini úr Spania umboða miðalprísvøksturin í samsvarandi nýtsluskránni hjá ES. 

Miðalprísvøksturin í ES er í januar júst 5,8 prosent, nú vit skriva 31. januar. 

Mett var, at prísvøksturin fór at verða 4,7 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Mánadag 15. desember
Við Tórði á jólatúri
201550
Mánadag 15. desember
RagnarRokk: Junior Bourcier um Atomik Train
201536
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552
Mánadag 15. desember
Vigdís 3:4 - teknmálstulkað
201549
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454