Byggisamtyktin við bátahylin verður broytt

Byggisamtyktin við bátahylin verður broytt
Bakkafrost ætlar at byggja landstøð í bátahylinum í Nesi í Hvalba
Soleiðis fer landstøðin hjá Bakkafrosti í bátahylinum í Nesi í Hvalba at síggja út.
Mynd: Hvalbiar kommuna  
 
03.02.2023 - 14:29

Á fundi í gjár samtykti bygdaráðið í Hvalba at broyta byggisamtyktina fyri økið við bátahylin í Nesi í Hvalba. Orsøkin er, at Bakkafrost ætlar byggja landstøð í bátahylinum. 

Stór mótstøða er ímóti ætlanini millum bygdarfólkið, og tveir bygdaráðslimir atkvøddu ímóti. Teir eru Martin í Nesi og Niels Olaf Eyvindsson. 

Hylurin verður ókyrrur, um broytingarnar verða gjørdar, sigur Niels Olaf Eyvindsson:

 

0303_Hvalba_og_landstod

 

Nógv fólk vóru møtt á bygdaráðsfundinum, og yvir 80 undirskriftir eru savnaðar ímóti ætlanini at fylla upp í bátahylinum í Nesi.

 

Myndir: Hvalbiar kommuna

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037