Lógin um uppihaldsloyvi til ukrainar verður broytt

Lógin um uppihaldsloyvi til ukrainar verður broytt
Fólk, sum fóru úr Ukraina 1. februar 2022 ella seinni, skulu eisini kunna biðja um uppihaldsloyvi í Føroyum
Í løtuni hava 119 ukrainsk flóttafólk fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Henda myndin var tikin, tá fyrstu flóttafólkini komu til Føroya i fjør eftir russisku innrásina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.02.2023 - 08:17

Ukrainar, sum vóru uttanlands, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina í fjør, skulu eisini sleppa til Føroya.

Skeringsdagurin í lógini er 24.februar, sum er dagurin fyri innrásina. Men dagurin skal broytast til 1.februar í uppskoti um ríkislógartilmæli, sum kom í løgtingið í gjár.

Lógin um fyribils uppihaldsloyvi hjá fólki úr Ukraina skal broytast, so fólk, sum fóru úr Ukraina 1. februar ella seinni, eisini kunnu søkja um uppihaldsloyvi.

Endamálið við broytingini er, at fólk, sum vóru í feriu ella í øðrum styttri uppihaldi í útlandinum 24.februar, eisini kunnu fáa uppihaldsloyvi.

 

119 hava uppihaldsloyvi

119 fólk úr Ukraina hava fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Tey fyrstu komu 11.mars.

Nøkur flóttafólk, sum eru komin til Føroya, eru farin aftur til Ukraina. 

Kommunufelagið ger vart við í hoyringini, at tað hevur bæði fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri kommunurnar at taka flóttafólk.

Løgmálaráðið hevur tí rættað lógaruppskotið, so greitt er, at uppskotið eisini hevur fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri kommunurnar. 

Sambært Kommunufelagnum kostaðu uppihaldsloyvini Tórshavnar kommunu 200.000 til 250.000 kr. í fjør og Klaksvíkar kommunu 125.000 til 150.000 kr.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751