Málið um skøvaðu bilarnar ikki uppklárað

Málið um skøvaðu bilarnar ikki uppklárað
Politiið vil framvegis frætta frá fólki, sum halda seg vita okkurt um hendingina
12 bilar í Runavík vóru skøvaðir 22. januar, men málið er framvegis ikki uppklárað.
Mynd: Sigbjørg Andreassen á Facebook.  
 
03.02.2023 - 15:58

Málið um skøvaðu bilarnar í Runavík er framvegis ikki uppklárað.

Og eingin er undir illgruna.

Politiið vil tí framvegis frætta frá fólki, sum halda seg vita okkurt um hendingina.

Poliitið hevur tosað við allar bileigararnar.

Tað var sunnukvøldið 22. januar, millum klokkan hálvgum seks og klokkan 11 minuttir í seks,  at 12 bilar, sum stóðu á Berjavegi í Runavík, blivu skøvaðir.

Hetta veit politiið, tí ein maður fór frá bilinum hjá sær klokkan hálvgum seks, og tá hann kom aftur til bilin klokkan 17.49, var bilurin skøvaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234