Treystið í tænastu- og tilfeingisvinnum minkar

Treystið í tænastu- og tilfeingisvinnum minkar
Húsarhaldini vænta, at arbeiðsloysið verður størri um eitt ár, men at búskaparstøðan batnar
Handilsvinnan metir tó gongdina farna árið vera betri enn í undanfarnu trimum kanningum. (Savnsmynd)
 
06.02.2023 - 10:12

Treystitalið, sum var 29 seinast í fjør, er í januar í ár farið niður á 17, sum er ájavnt langtíðar miðalinum, sigur Hagstovan.

Tað er serliga treystið í tænastuvinnunum og í tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, sum minkar.

Húsarhaldini halda, at búskaparstøðan og fíggjarstøðan hjá teimum verður betri um eitt ár.

Men húsarhaldini vænta tó, at arbeiðsloysið verður størri enn nú um eitt ár. 

Ávísin fyri handilsvinnuna er næstan hin sami sum í kanningini seinast. 

Handilsvinnan metir tó gongdina farna árið vera betri enn í undanfarnu trimum kanningum.

 

Fyritøkurnar í byggivinnuni meta gongdina hava verið góða seinasta árið, og størri treysti er í vinnuni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Størri treysti í byggivinnuni

Størri treysti er í byggivinnuni. Ávísin fer 12 upp, í 61, sum er eitt lutfalsliga stórt lop. 

Spurdu fyritøkurnar í byggivinnuni meta gongdina hava verið góða seinasta árið.

Tilfeingis- og tænastuvinnurnar eru minni bjartskygdar. Treystið har er fallið úr 24 niður í 8. 

Konjunkturbarometrið er ávísar, sum siga, hvussu fólk og vinna meta, at tíðirnar eru. 

Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnar og spurnakanning fyri brúkarar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360