10 býir í Turkalandi lýstir í undantaksstøðu

10 býir í Turkalandi lýstir í undantaksstøðu
Erdogan, forseti, sigur, at higartil hava 3.549 fólk latið lív í jarðskjálvtanum
Erdogan, forseti, hevur lýst fleiri býir í Turkalandi í undantaksstøðu.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.02.2023 - 14:50

Turkiski forsetin, Tayyip Erdogan, hevur lýst undantaksstøðu í 10 býum í landinum, sum eru hart raktir av jarðskjálvtunum.

Tað skrivar Reuters.

Undantaksstøða er serstøk rættarstøða, tá ið vanligar lógir verða settar úr gildi.

Í røðuni segði turkiski forsetin, at 3.549 fólk hava latið lív higartil, og legði aftrat, at 70 lond hava boðið sær til at hjálpa í bjargingararbeiðinum.

Mongu gistingarhúsini í Antalya-økinum skulu hýsa fólki, sum hava mist hús og heim av jarðskjálvtanum, segði Erdogan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804