Stytt arbeiðsvika fer at avmarka møguleikarnar fyri lønarhækkingum

Stytt arbeiðsvika fer at avmarka møguleikarnar fyri lønarhækkingum
Føroya Arbeiðsgevarafelag ger vart við, at verður arbeiðsvikan stytt, sum landsstýrið ætlar, so fær tað ávirkan á komandi sáttmálasamráðingarnar
Hjá nógvum arbeiðsgevarum fer tað at raka teir fíggjarliga, um arbeiðsvikan verður stytt, og tað fær avleiðingar fyri treytirnar á arbeiðsmarknaðinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.02.2023 - 06:50

Um arbeiðsgevarar fáa ein fíggjarligan smeit av, at arbeiðsvikan verður stytt við lóg, so fer tað at ávirka lønarsamráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Tað sigur sigur Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, ætlar sær í tingið við lógaruppskoti um styttri arbeiðsviku, áðrenn løgtingið fer í summarfrí. 


Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Stendur í samgonguskjalinum

Í samgonguskjalinum stendur um ætlanina at stytta arbeiðsvikuna:

"Arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Arbeiðsvikan verður skipað við lóg."

Landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum ætlar sær at hava hesar trípartasamráðingar við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn hon fer í løgtingið við uppskotinum. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag vil fegið við til hesar samráðingarnar, sigur Niels Winther, stjóri. 

 

Rakar ymiskt

Tað er tó ymiskt, hvussu eitt uppskot um at stytta arbeiðsvikuna fer at ávirka limirnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

"Um tað endar við, at okkara limir fáa álagt eyka gjald av einari styttari arbeiðsviku, so fer tað at ávirka møguleikarnar fyri eitt nú lønarhækkingum í komandi sáttmálasamráðingum," ávarar Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag. 

Stjórin í Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at tað eigur at vera neyðugt at lóggeva fyri at stytta um arbeiðsvikuna. Tað eiga partarnir á arbeiðsmarknaðinum at finna út av sjálvir, heldur Niels Winther.

 

Niels_Winther_um_styttri_arbeidsviku

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025