Ikki nøktandi mannagongd, tá Etiska ráðið var mannað

Ikki nøktandi mannagongd, tá Etiska ráðið var mannað
Løgtingsins umboðsmaður hevur tikið málið upp av sínum eintingum
Umboðsmaðurin sigur, at hereftir skal Heilsumálaráðið biðja tilmælandi partarnar um at upplýsa útbúgvingar og royndir hjá teimum persónum, sum verða skotnir upp til limir í Etiska ráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2023 - 13:07

Løgtingsins umboðsmaður metir ikki, at tað var nøktandi fyrisitingarlig mannagongd og í samsvari við góðan fyrisitingarsið, tá Heilsumálaráðið gav landsstýrismanninum tilmæli um, hvør skuldi gerast limur í Etiska ráðnum í heyst.

Eftir at ráðið var sett av nýggjum í fjørheyst, tók umboðsmaðurin málið upp av sínum eintingum. 

 

Førleikar

Umboðsmaðurin vildi í fyrsta umfari hava at vita frá Heilsumálaráðnum, hví tilmælini - við undantaki av tilmælinum frá landsstýrismanninum í almannamálum - ikki lýstu førleikarnar hjá teimum fólkunum, sum mælt var til at seta í Etiska ráðið

- Í øðrum umfari, hví tilmælini frá umsitingini í Heilsumálaráðnum ikki ráðgóvu landsstýrismanninum um, hvørjir persónar vóru best skikkaðir at sita í Etiska ráðnum, 

- og í triðja umfari, hví ongin grundgeving var givin fyri, hví landsstýrismaðurin hevði valt júst hesir persónarnar í Etiska ráðið.

 

(Savnsmynd)

 

Eingin almennur politikkur

Umboðsmaðurin fekk svar frá Heilsumálaráðnum 9. januar í ár. Í svarinum verður millum annað sagt, at í sambandi við starvssetanir er ongin almennur politikkur ella fyrisitingarligar mannagongdir eru galdandi, tá ið ráð og nevndir skulu setast av landsstýrinum.

Heilsumálaráðið metir eisini, at teir ymisku partarnir, sum skuldu koma við tilmæli um limir til Etiska ráðið, hava verið greiðir yvir, at persónarnir í uppskoti skuldu hava ávísar førleikar, og tí bað Heilsumálaráðið ikki um nærri grundgeving fyri, hví júst hesir persónar vóru í uppskoti.

Samanumtikið metti Heilsumálaráðið, at fyrisitingarliga mannagongdin í sambandi við setan av Etiska ráðnum var farin fram í samstarvi við lógina um Etiskt ráð.

 

Hanna Vang er løgtingsins umboðsmaður.

Upplýsa útbúgvingar og royndir

Men í niðurstøðu síni heldur Løgtingsins umboðsmaður framvegis ikki, at setanin av Etiska ráðnum í sambandi við tey trý nevndu punktini var nøktandi fyrisitingarlig mannagongd, ella í samsvari við góðan fyrisitingarsið.

Mælt verður tí til, at Heilsumálaráðið, tá Etiskt ráð hereftir skal setast, biður tilmælandi partarnar um at upplýsa útbúgvingar og royndir hjá teimum persónum, sum verða skotnir upp til limir í Etiska ráðnum.

Eisini verður mælt til, at Heilsumálaráðið tryggjar, at landsstýrismaðurin tekur avgerð sína á upplýstum grundarlagi, og at hetta sæst aftur í uppriti viðvíkjandi valinum av limum til Etiska ráðið.

Umboðsmaðurin ger ikki meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. juni
Musikkstevnan 2025 (3:3)
192716
Leygardag 7. juni
Morgunlestur leygardagur 7.juni 2025
192653
Fríggjadag 6. juni
Vikuskiftið 6. juni 2025
192931
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956
Fríggjadag 6. juni
Veðrið
192932
Hósdag 5. juni
Fótbóltur: Georgia - Føroyar
192885