Vindur, jarðrok og høg alda ávirka samferðsluna í morgun

Vindur, jarðrok og høg alda ávirka samferðsluna í morgun
Samferðslan er eisini í morgun ávirkað av veðrinum, sum framvegis er ringt. Teistin siglir ikki fyrr enn klokkan 12.30 úr Skopun
Samferðslan er ávirkað í morgun, nú tað enn er nógvur vindur, jarðrok og høg alda
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.02.2023 - 07:33

Nógvur vindur, jarðrok og høg alda ávirkar samferðsluna í morgun, serliga vestanfyri og sunnanfyri.

Nógvart bussleiðir eru avlýstar, og Teistin siglir fyrsta túrin á middegi, klokkan 12.30 úr Skopun, tí har er 10 metrar høg alda, sigur Dánjal Samuelsen, ferðslusamskipari hjá SSL

Teistin siglir síðsta túr úr Skopun 16.35, tí umvælingar skulu gerast umborð. 

Hasfjord siglir ikki í dag, og tað ger Sildberin nevyan heldur ikki, væntar Dánjal Samuelsen, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.

Hann greiddi soleiðis frá støðuni klokkan 7 í morgun. 

SSL_Danjal_Samuelsen_090223

 

Kavin tarnaði eisini ferðsluni í morgun, og langar bilrøðir vóru um Gøtueiði. (Mynd: Hansa Hansen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360