Íslendingur í jarðskjálvtaøkinum í Turkalandi

Íslendingur í jarðskjálvtaøkinum í Turkalandi
Eyðgló Guðmundsdóttir býr í einum íbúðarhúsum í Gaziantep, sum er hart raktur av skjálvtanum
Enn vera fólk funnin á lívi í húsatoftunum eftir jarðskjálvtan í Turkalandi, men vónirnar minka.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.02.2023 - 13:45

Ein av teimum, sum upplivdi hørðu jarðskjálvtarnar í Turkalandi, er Eygló Guðmundsdóttir. 

Hon er sálarfrøðingur og ættað úr Íslandi. 

Hon býr í løtuni á sættu hædd í einum íbúðarhúsum í Gaziantep í Turkalandi. 

Eyðgló vaknaði hesa náttina, tá ið fyrsti jarðskjálvtin rakti, og skundaði sær út:

 

10022023_Eydglo_1

 

Eyðgló Guðmundsdóttir (Mynd av Facebook-vanga)

 

Fólk á gøtuni tóku Eyglóð við sær, og hon var koyrd til eina mosku. Har vóru tey eina løtu, og síðani var avgjørt at fara aftur til hús. 

Stutt eftir kom aftur jarðskjálvti, sum var harðari. Ein granni tók hana við á ein skúla, og har var hon í tríggjar dagar. Í nátt hevur Eyðgló sovið í eini mosku, sum er 100 metrar frá íbúðarhúsunum, har hon býr. Húsini standa framvegis.

Tað var ikki fyrr enn eftir seinna jarðskjálvtan, at Eygló skilti, hvussu álvarslig støðan var. Hon var saman við eini familju, sum hon ikki kennir, á veg úr jarðskjálvtarakta økinum:

 

10022023_Eydglo_2

 

Eyglóð skilir ikki turkiskt, men fólk siga, at hjálpin kom alt ov seint í gongd. Fólk fóru sjálv at grava fólk leys í toftunum:

 

100220223_Eydglo_3

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804