Yvirfriðingarnevndin framvegis ikki tikið støðu

Yvirfriðingarnevndin framvegis ikki tikið støðu
Yvirfriðingarnevndin hevur á fundi í dag viðgjørt málið um fríøkið við Sándá, sum er áin millum Havnina og Argir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.02.2023 - 18:20

Nevndin skuldi taka støðu til, um avgerðin "IKKI at friða økið framvið Sandá" skal viðgerðast av nýggjum. Á fundinum boðaðu limirnir frá, at teir nú umhugsa at taka støðu í málinum. Við øðrum orðum, so er eingin avgerð tikin enn, sigur Peter Flúgge, skrivari í Yvirfriðingarnevndini, við útvarpið.

Tað var áhugabólkurin Varðveitið fríøkið við Sandá, sum heitti á Yvirfriðingarnevndina um at taka málið um fríøkið við Sandá uppaftur.

Síðani Yvirfriðingarnevndin í oktober 2021 gjørdi úrskurð um ikki at friða økið framvið Sandá, hava lívfrøðingar staðfest, at náttúrumargfeldið í fríøkinum við Sandá er sera stórt, og at lendið er fjøllbroytt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360