- Tíðindi, mentan og ítróttur
Burðaravlopið ein fimtingur av fólkavøkstrinum
Burðaravlopið var bara ein fimtingur av fólkavøkstrinum í Føroyum í fjør, skrivar Hagstovan.
Hin vøksturin, fýra fimtingar, stavar frá nettotilflyting.
Burðaravlopið er so lítið, tí so fá vóru fødd og so nógv doyðu í fjør, serliga í fyrra hálvári doyðu nógv.
Burðaravlopið var 142 í fjør. Tað var 252 í 2021. Nettotilflytingin var 536 í fjør. Hon var 457 í 2021.
Tað er, at 536 fleiri fólk fluttu til Føroya enn úr Føroyum í fjør.
Í 2021 var ein triðingur burðaravlop og tveir triðingar nettoflyting.
Nú flyta í miðal 165 fólk til Føroya um mánaðin, vísa tøl hjá Hagstovuni. (Savnsmynd)
120 fólk flyta um av landinum um mánaðin
Hagstovan sigur, at fráflytingin vaks lutfalsliga skjótt fram móti heysti í 2021.
Síðani hevur hon verið okkurt um 120 fólk í miðal mánaðarliga.
Tilflytingin hevur verið javnt vaksandi síðani síðst í 2020 og er vaksin nakað meiri enn fráflytingin.
Nú flyta í miðal 165 fólk til Føroya mánaðarliga.
Millum 30 og 35 fólk doyggja í miðal mánaðarliga, og millum 50-55 børn vera fødd í miðal mánaðarliga.