Uttanflokkamaður vann forsetavalið í Kýpros

Uttanflokkamaður vann forsetavalið í Kýpros
49 ára gamli Nikos Christodoulides var uttanríkisráðharri frá 2018 til 2022
Nikos Christodoulides verður nýggjur forseti í Kýpros.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.02.2023 - 08:34

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin í Kýpros, Nikos Christodoulides, vann forsetavalið við 51,9 prosentum av atkvøðunum.

49 ára gamli Christodoulides var uttanríkisráðharri frá 2018 til 2022. 

Í valstríðnum upp undir forsetavalið hevur hann fingið stuðul frá fleiri flokkum á miðjuni.

Hann hevur áður verið limur í konservativa stjórnarflókkinum, DISY, men á valinum stillaði hann upp sum uttanflokkamaður.

Undir valstríðnum hevur Christodoulides sagt, at hann fer at savna tjóðina, og at hann kann arbeiða saman við øllum flokkum.

 

Fekk stuðul frá kommunistunum

Hitt valevnið á forsetavalinum, 66 ára gamli Andreas Mavroyiannis, fekk 48,1 prosent av atkvøðunum. 

Hann stillaði eisini upp uttanflokka, men fekk stuðul frá kommunistaflokkinum, AKEL.

Undan valinum var spátt, at tað fór at standa á jøvnum millum teir báðar.

Valevnið hjá kommunistaflokkinum, Averof Neofytou, kom ikki víðari til seinna valumfar. 

Hetta er fyrstu ferð í søguni hjá kommunistaflokkinum, at hann ikki er sloppin víðari til seinna valumfar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974