Nógvar fráboðanir, men ikki stórir skaðar

Nógvar fráboðanir, men ikki stórir skaðar
Tryggingarfeløgini hava havt úr at gera við at skráseta skaðar eftir ódnarveðrið í farnu viku
Sløkkiliðini høvdu úr at gera eftir ódnarveðrið í síðstu viku.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.02.2023 - 10:18

Týsdagin í farnu viku var ódnarveður nógva staðni í landinum.

Tryggingarfeløgini hava havt úr at gera síðani við at skráseta skaðar, tó at flestu teirra ikki eru so stórir.

Brian Smedemark er stjóri í Trygd:

 

14022023_Tryggingarskadar

 

Brian Smedemark er stjóri í Trygd.

 

Hjá Betri Trygging hava tey higartil skrásett fleiri enn 800 skaðar, upplýsir Ingunn Eiriksdóttir, stjóri.

Hon væntar, at boðað verður frá enn fleiri skaðum næstu dagarnar.

Metti kostnaðurin hjá Betri Trygging er umleið 20 mió. kr., men tað er eitt rættiliga óvist tal. Alt er ikki liðugt sýnað, og boðað verður framvegis frá skaðum, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

 

Ingunn Eiriksdóttir er stjóri í Betri Trygging.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360