ES: Eingin nýggjur bensin- og dieselbilur í 2035

ES: Eingin nýggjur bensin- og dieselbilur í 2035
Hetta er ein slóðbrótandi lóggáva, sigur varaforsetin í ES. ES-nevndin vil eisini banna býarbussum, sum brúka diesel
Eftir 2035 verður ikki loyvt at keypa bensin- og dieselbilar í ES-londum.
 
15.02.2023 - 09:06

Í 2035, um bara 12 ár, verður ikki longur loyvt at keypa nýggjar bilar og vørubilar, sum brúka diesel ella bensin, í ES.

Tað samtykti ES-tingið í gjár.

340 atkvøður vóru fyri uppskotinum, 279 ímóti og 21 atkvøddu ikki.

- Hetta er slóðbrótandi lóggáva, og eg ynski tinginum til lukku við hesi søguligu avgerð, segði varaforsetin í ES, Frans Timmermans, eftir at uppskotið var samtykt.

Harumframt kom ES-nevndin eisini við einum uppskoti um stór akfør og útlát. Nevndin vil banna býarbussum, sum brúka diesel.

 

Níggju milliónir bilar

Í fjør vóru skrásettir okkurt um níggju mió. bilar og vørubilar í ES. 

Sambært DR vóru okkurt um 13 prosent elbilar.

Í fjør vóru 1100 elbilar skrásettir í Føroyum, 1642 persónbilar vóru skrásettir.

Í Danmark er fimti hvør seldi bilur el-bilur.

Støðan er heilt øðrvísi í Slovakia. Har vóru minni enn tveir av hvørjum hundrað seldum bilum í 2022 elbilar 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974
Leygardag 20. juni
Video: 8mf, jóansøka 2026
209972