Tróndur til føroyingafelag í bestu norsku deildini

Tróndur til føroyingafelag í bestu norsku deildini
Føroyski landsliðsbakkurin, Tróndur Mikkelsen, fer í summar úr Ryger til Kristiansand í bestu norsku deildini, har hann skal spæla saman við Helga Hoydal og Paula Mittún
Skotroynd: Tróndur Mikkelsen siktar nú eftir bestu norsku hondbóltsdeildini
Mynd: Hans Lie / Rygerhk.no  
 
15.02.2023 - 13:36

Vinsti bakkurin á føroyska hondbóltslandsliðnum, Tróndur Mikkelsen, fer í summar úr Ryger Stavanger til Kristiansand í bestu norsku deildini, har hann skal spæla saman við Helga Hoydal og Paula Mittún.

 - Eftir tvey góð ár í Stavanger, her eg havi havt míni bestu kappingarár higartil, eri eg nú til reiðar at fara víðari, sigur Tróndur Mikkelsen við heimasíðuna hjá Ryger.

22 ára gamli bakkurin, sum síðstu tvey árini hevur gjørt vart við seg á føroyska landsliðnum, hevur skotið nógv mál fyri Ryger, og felagið á norsku vesturstrondini harmast eisini um at missa bakspælaran.

 - Soleiðis er hondbóltur. Sjálvt um vit sjálvandi høvdu viljað havt Tróndur hjá okkum longri, gleðast vit um síðstu tvey árini og tað menning, hann hevur verið ígjøgnum í felagnum, sigur felagið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360