Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal hava virknan leiklut í tilbúgvingini

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal hava virknan leiklut í tilbúgvingini
Einki samlað yvirlit er um tænastur, hjálparátøk og útgerð, um kreppustøða kemur, sigur løgmaður
Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal vera við til tryggja, at tilbúgvingarætlanirnar hjá føroysku økisábyrgdarmyndugleikunum gerast nógv meira samskipaðar enn tær eru nú.
 
16.02.2023 - 09:00

Ætlanin er, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal hava ein meira virknan lut í at tryggja, at tilbúgvingarætlanirnar hjá føroysku økisábyrgdarmyndugleikunum gerast nógv meira samskipaðar enn tær eru nú.

Landsmyndugleikarnir hava í løtuni ikki eitt samlað yvirlit um tænastur, hjálparátøk, útgerð og annað, sum eiga at vera tøk til at brúka í ávíst tíðarskeið, um kreppustøða kemur.

Her verður hugsað um neyðsynjarvørur sum mat, heilivág og olju.

Slíkt yvirlit eigur at vera partur av tilbúgvingarætlanunum hjá økisábyrgdarmyndugleikunum, um so er, at myndugleikarnir meta, at tørvur er á slíkum yvirliti. 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann, sum spurdi um tilbúgvingina í Føroyum.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur svaraði Johan Dahl. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Møgulig álop á nettrygd

Løgmaður sigur, at Føroyar hava tilbúgvingarskipan og -samskipan, sum skal tryggja, at virkisførið í samfelagnum minst møguligt verður skert ella fer til grundar, tá skaðar ella vanlukkur raka Føroyar.

Støðan í Ukraina kann hava við sær møgulig álop á nettrygdina, cybertrygdina, í Føroyum og  møguligar avbjóðingar við vøru -og tænastuveitingum, til dømis nøktandi orkuveiting, stendur í svarinum.

Undanfarna landsstýri heitti á Kreppuráðið um at gera eina meting um, hvørjar avleiðingar, kríggið í Ukreina kann fáa fyri Føoyar.

Hugt var nærri at økjum sum flóttafólk, netverjutrygd, veitingartrygd og tilbúgving. 

Hesar metingar gjørdu, at arbeitt verður við at tillaga føroysku tilbúgvingina á ymiskum økjum.

Fyrstu stigini eru tikin til, at Føroyar gerst limur í Haga-samstarvinum, sum er samstarvið  millum Norðurlond um tilbúgving.  

 

Johan Dahl, løgtingsmaður, spurdi løgman um tilbúgvingina. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423