Fiskaútflutningurin vaks 2,4 milliardir í fjør

Fiskaútflutningurin vaks 2,4 milliardir í fjør
Serliga laksurin ger mun, tí har er vøksturin 1,1 milliard krónur
Vøksturin í laksaútflutninginum í fjør var 1,1 milliard krónur (Savnsmynd)
 
16.02.2023 - 10:42

Føroyar útfluttu fisk fyri 2,4 mia. kr. meira í fjør enn í 2021.

Virðið vaks 26 prosent, men nøgdin minkaði seks prosent, skrivar Hagstovan.

Serliga laksurin ger mun. Har er vøksturin 1,1 milliard krónur. 

Føroyar útfluttu fyri 12,7 milliardir í fjør.

Vøksturin sammett við 2021 er 26,3 prosent.

 

Vit innfluttu brennievni fyri slaka milliard í fjør, tí prísurin er so høgur.

 

Innflutningurin vaks eisini

Innflutningurin var eisini størri í fjør enn í 2021.

Hann var 12,1 milliard, 31 prosent størri enn í 2021.

Høgi oljuprísurin gjørdi, at brennievni var innflutt fyri slaka milliard meira í 2022 enn í 2021. Vøksturin er góð 70 prosent.

Men nøgdin minkaði 12 prosent. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360