Hita Tinganes við sjóvarhita

Hita Tinganes við sjóvarhita
Við dagsins oljuprísum verður sparingin umleið 318.000 kr. árliga við at leggja um til sjóvarhita
Samlaði kostnaðurin av verkætlanini um sjóvarhita í Tinganesi er mettur til umleið 8,9 mió. kr.
 
16.02.2023 - 15:51

Bygningarnir í Tinganesi skulu hitast við sjóvarhita. 

Hetta ætlar Løgmansskrivstovan, sum hevur sett tvær mió. kr. av til verkætlanina í ár á fíggjarlógini fyri 2023.

 Eina tíð hevur Løgmansskrivstovan arbeitt saman við Betri Trygging um at fyrireika eina grøna orkuskipan til at hita bygningarnar í Tinganesi og bygningin hjá Betri Trygging á Kongabrúnni. 

Undanfarni løgmaður byrjaði verkætlanina um at gera Tinganes grønt, og skitsuprojekt og kostnaðarmeting vóru gjørd í 2022. Núverandi landsstýri vil halda fram við verkætlanini, sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi. 

 

80.000 litrar av olju

Landið brúkar í dag góðar 80.000 litrar av olju um árið at hita bygningarnar í Tinganesi. Við dagsins oljuprísum verður sparingin umleið 318.000 kr. árliga við at leggja um til sjóvarhita.

Umframt eyðkendu reyðu bygningarnar uttast á Tinganesi, har Løgmansskrivstovan, Fíggjarmálaráðið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið húsast, verða allir bygningarnir hjá landinum í Tinganesi og á Reyni knýttir í skipanina, tvs. yvir til bygningin í Gongini, har gamli Sjóvinnubankin helt til, og har Umhvørvismálaráðið og Løgmálaráðið húsast í dag. 

 

22 bygningar

Talan er um 22 bygningar, ið landið eigur. 

Í fíggjarlógaruppskotinum, sum er lagt fyri Løgtingið, verður biðið um fýra milliónir kr. aftrat til umbygging í Tinganesi, tvær milliónir  í 2023 og tvær milliónir í 2024 at fremja verkætlanina. 

Samlaði kostnaðurin av verkætlanini er mettur til umleið 8,9 mió. kr. Parturin hjá Løgmansskrivstovuni er 4,5 mió. kr. 

Eftir ætlan skal skipanin takast í nýtslu í 2024.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 10 mannafør
209038