Lýsa nú eftir diakonpresti og studentapresti

Lýsa nú eftir diakonpresti og studentapresti
Landsstýriskvinnan hevur góðkent, at fólkakirkjan nú skipar hesi bæði nýggju embætini í fólkakirkjuni
Ætlanin er at seta størvini sum diakonprestur og studentaprestur í summar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.02.2023 - 08:29

Um fáar vikur verður fyri fyrstu ferð í Føroyum lýst eftir diakonpresti og studentapresti.

Landsstýriskvinnan hevur góðkent, at fólkakirkjan nú skipar hesi bæði nýggju embætini í fólkakirkjuni og verða størvini vónandi sett í summar.

Stuðulin frá landinum til prestastørv er hækkaður. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, hittust í gjár.

 

TAKS og meirvirðisgjald

Tey tosaðu millum annað um, at TAKS hevur broytt umsitingina av skipanini við at bera aftur meirvirðisgjaldið av byggiverkætlanum til ikki vinnulig, almannagagnlig endamál soleiðis, at kirkjur ikki longur fáa lut í skipanini. 

Sirið Stenberg sigur, at landsstýrið hevur heitt á Fíggjarmálaráðið um at taka málið upp.

Landsstýriskvinnan kunnaði eisini biskup um, at hon hevur sett ferð á arbeiðið at gera eina lítla lógarbroyting, so til ber at býta mongu uppgávurnar hjá dómprósti millum tveir próstar, soleiðis sum biskupur hevur mælt til.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666