Nýggjur stjóri í Visit Tórshavn

Nýggjur stjóri í Visit Tórshavn
Tordis á Rógvi Biskopstø byrjar í starvinum 1. mai
Tordis á Rógvi Biskopstø er nýggjur stjóri í Visit Tórshavn.
 
17.02.2023 - 13:44

Tordis á Rógvi Biskopstø er sett í starv sum stjóri í Visit Tórshavn.  

Hon skal standa á odda fyri ferðavinnuni í Tórshavnar kommunu. 

Hon kemur úr starvinum sum menningarleiðari í Visit Vágar, ið hon hevur røkt síðan 2020. 

Tordis er 36 ára gomul og hevur Master í ferðavinnu, og hevur drúgvar royndir innan økið.

Tordis byrjar í starvinum 1. mai og avloysir Liljan Weihe, ið varð vald á Løgting á valinum í desember. 

Endamálið hjá Visit Tórshavn er at skapa áhuga fyri Havnini, stuðla handilslívi, tænastuvinnu, mentan og annars virka fyri, at býurin er áhugaverdur at vitja, liva og virka í, skrivar Visit Tórshavn í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290