Reiley verður fagnaður í SMS í dag

Reiley verður fagnaður í SMS í dag
Sjampanja bleiv skonkt í flogfarinum, og heiðursportur var á flogvøllinum, tá Reiley kom til landið í dag
Reiley fegnaðist um góðu móttøkuna, ið hann fekk, nú hann er komin aftur til Føroya
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.02.2023 - 13:57

Tað var hátíðardámur á flogvøllinum í dag, tá Reiley, sum er fyrsti føroyingur, ið hevur sungið seg til Eurovision-finalurnar, kom til landið í dag at verða fagnaður. 

Atlantic Airways skonkti sjampanju í flogfarinum, sum fekk sett seg í einum skáa í nógva vindinum um middagsleitið. 

Og tá flogfarið hevði sett seg, skipaði Vága floghavn fyri, at flogfarið rullaði gjøgnum eitt heiðursportur. 

 

Ein heiður

Reiley, sum eitur Rani Petersen, er komin til Føroya at verða fagnaður. Hetta hendir á torginum í SMS klokkan 16:30. 

Reiley fer millum annað at framføra.

 

Men Rani Petersen er eisini komin til Føroya at taka sær av løttum og fyrireika seg til Eurovision-finalurnar, sum verða í Liverpool í mai. 

Hálvfinalurnar verða týskvøldið 9. og hóskvøldið 11. mai, meðan sjálv finalan verður leygarkvøldið 13. mai. 

"Tað er ein stórur heiður at sleppa at umboða Danmark, men eisini Føroyar," segði Reiley, tá hann aftur setti føtur á føroyska jørð.

Unga føroyska poppstjørnuskotið fegnaðist um góðu móttøkuna, sum hann fekk á flogvøllinum - serliga at familjan stóð fyri sær.

Myndir : Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025