Framvegis lítið arbeiðsloysi

Framvegis lítið arbeiðsloysi
Arbeiðsloysið í januar var 0,8 prosent bæði hjá monnum og kvinnum
Á heimasíðuni hjá ALS standa 183 fólk at fáa arbeiðsloysisstuðul í dag. 370 fólk fáa fiskavirkisstuðul.
 
23.02.2023 - 11:02

Arbeiðsloysið var 0,8 prosent í januar.

Tað svarar til 249 fulltíðararbeiðsleys. 

Arbeiðsloysið var til samanberingar eitt prosent í januar í 2022. Tað svaraði til 288 fulltíðararbeiðsleys, skrivar Hagstovan.

Arbeiðsloysið var annars 0,7 prosent í meira enn hálvt ár. Tað fór niður í 0,7 prosent í juni í fjør, og var 0,7 prosent líka til desember.

Arbeiðloysið í januar var 0,8 prosent bæði hjá monnum og kvinnum.

 

 

34 langtíðararbeiðsleys

Arbeiðsloysið er minst hjá teimum, sum eru millum 45 til 54 ár.

Tað er størst hjá teimum, sum eru millum 25 og 34 ár.

34 fólk eru langtíðararbeiðsleys. Tey hava einki arbeiði havt í meira enn eitt ár.

Sambært allýsing eru tey arbeiðsleys, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í mánaðarligu arbeiðsloysisuppgerðini hjá Hagstovuni eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og koma undir allýsingina.

183 fáa stuðul í dag

Á heimasíðuni hjá ALS standa 183 fólk at fáa arbeiðsloysisstuðul í dag.

370 fólk fáa fiskavirkisstuðul.

Á heimasíðuni hjá ALS eru eisini 107 starvslýsingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870