Lutakast um fýra grundstykki á Argjum

Lutakast um fýra grundstykki á Argjum
Stykkini við Klingurstjørn eru latin inn aftur til Tórshavnar kommunu
Stykkini, sum lutakast verður um, eru við Klingurstjørn á Argjum.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
23.02.2023 - 08:56

Freistin at tekna seg til at vera við í lutakastinum um fýra grundstykki við Klingurstjørn á Argjum er til 27.mars.

Hetta eru stykki, sum eru latin inn aftur til Tórshavnar kommunu.

Talan er um eitt grundstykki í útstykkingini Klingurstjørn 1, tað kostar slakar 600.000 krónur. 595.886 kr.

Hini trý eru í útstykkingini Klingurstjørn 2. 

Tey kosta 624.708 kr., 627.408 kr. og 639.802 kr. 

Verða fleiri grundstykki við Klingurstjørn latin inn seinni, vera tey eisini við í lutakastinum, sigur Tórshavnar kommuna.

Ikki verður upplýst í hesum sambandi, hvussu stór grundstykkini eru.

Men í serstøku byggisamtyktini fyri økið stendur, at stykkini eru 400 fermetrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360